Avstralia hevur samtykt strangari reglur fyri at brúka sosialar miðlar

Avstralia hevur samtykt strangari reglur fyri at brúka sosialar miðlar
Lógaruppskotið fekk stóra undirtøku í undirhúsinum og senatinum
Nú verður ólógligt hjá børnum, yngri enn 16 ár, at brúka sosialar miðlar sum Tiktok, Facebook, Snapchat, Reddit, X og Instagram í Avstralia.
 
28.11.2024 - 15:45

Tjóðartingið í Avstralia hevur samtykt eitt lógaruppskot, sum bannar børnum, yngri enn 16 ár, at brúka sosialar miðlar. 

Bannið er hitt fyrsta av sínum slagi í heiminum.

Uppskotið var samtykt í undirhúsinum í gjár, og í dag var tað samtykt í senatinum við stórum meiriluta. 

34 senatorar atkvøddu fyri og 19 ímóti.

Í undirhúsinum var 102 atkvøður fyri og 13 ímóti.

 

Anthony Alanese, forsætisráðharri, hevur stríðst nógv fyri lógarbroytingini. (Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix)

 

Fáa eitt ár

Lógarbroytingin hevur við sær, at tað verður ólógligt hjá børnum, yngri enn 16 ár, at brúka sosialar miðlar sum Tiktok, Facebook, Snapchat, Reddit, X og Instagram.

Sosialur miðlarnir fáa eitt ár at finna útav, hvussu teir skulu seta aldursavmarkingina í gildi. 

Ein skipan, sum fevnir um andlitsafturkenning, ella nýtslu av samleikaprógvi, er millum uppskotini um loysn.

Forða miðlarnir ikki børnunum í at hava kontu eftir fyrsta árið, eru sektir upp í 50 milliónir avstralskar dollarar, ein upphædd, sum svarar til góðar 230 milliónir krónur.

Forsætisráðharrin í Avstralia, Anthony Albanese, sum vónar at fáa størri undirtøku á komandi vali, hevur stríðst fyri lógarbroytingini. 

Hann sigur, at ov stór nýtsla av sosialum miðlum er ein vandi fyri likamligu og sálarligu heilsuna hjá børnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. apríl
Meinhard Hentze: Hetta var tað
190378
Mánadag 7. apríl
Góðan morgun Føroyar
190346
Mánadag 7. apríl
Morgunlestur mánadagur 7.apríl 2025
190245
Sunnudag 6. apríl
Bolero - Amy Beach
190318
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 7. apríl
Hon leyp á leistum
190366
Sunnudag 6. apríl
Møti úr KFUM & K í Klaksvík
190331
Sunnudag 6. apríl
Andakt
190330
Leygardag 5. apríl
Sement 2025
190308
Leygardag 5. apríl
Nations League 2025: Føroyar - Moldova 2-0
190286

Meira um sama evni