- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vit fáa ongan kostpolitikk í bræði
Vit fáa ongan kostpolitikk í bræði
Ábyrgdin liggur eisini hjá foreldrunum, sum skulu vera fyrimynd hjá børnunum, sigur landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum

Djóni Nolsøe Joensen er landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
03.02.2023 - 15:19
Tað verður ikki í bræði, at almennu Føroyar fáa kostpolitikk, tí ábyrgdin liggur eisini hjá foreldrunum.
Tað sigur Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, nú Gigni rópar varskó um, at ovurfiti millum børn og ung er ein vaksandi trupulleiki.
- Foreldur eiga at vera fyrimyndir hjá børnunum, tí er tað ikki neyðturviliga ein politisk ábyrgd at basa ovurfiti millum børn og ung, sigur Djóni Nolsøe Joensen:
03022023_Djoni_1
Hóast landsstýrismaðurin tekur undir við, at tað er neyðugt við einari heildarætlan, so eru ongar ætlanir á økinum í løtuni:
03022023_Djoni_2
Djóni Nolsøe Joensen var gestur í Breddanum fyrrapartin. Øll sendingin kann hoyrast her.
Nýggjastu sendingar í ÚV

Fríggjadag 21. februar
Breddin: Rumbul í Javnaðarflokkinum og minni sensurur á sosialum miðlum
188109
Nýggjastu sendingar í SV