USA leggur trýst á Turkaland

USA leggur trýst á Turkaland
Senatorar í republikanska og demokratiska flokkinum vilja ikki selja Turkalandi hernaðarflogfør, fyrr enn Turkaland hevur góðkent svenska og finska NATO-limaskapin
Amerikanskir senatorar ætla at forða fyri, at USA skal selja Turkalandi F-16 hernaðarflogfør, tí Turkaland vil ikki góðkenna Svøríki sum lim í NATO.
 
03.02.2023 - 10:22

Turkaland hevur sett seg ímóti svenskum limaskapi í NATO, men nú svarar USA aftur við at leggja trýst á Turkaland.

Ein bólkur av 29 senatorum úr bæði demokratiska og republikanska flokkinum hava sambært Reuters boðað frá, at USA kann ikki selja Turkalandi F-16 hernaðarflogfør, fyrr enn Turkaland hevur góðkent NATO-limaskapin hjá Finnlandi og Svøríki.

 

Biden hevur sýtingarrætt

Umsitingin hjá Joe Biden, forseta, hevur fleiri ferðir sýtt fyri at draga málið um at selja F-16 flogfør fyri 20 milliardir dollarar til Turkalands upp í spurningin um finskan og svenskan NATO-limaskap. Men nú sær út til, at kongressin fer at gera tað í staðin.

Tað ber til hjá kongressini at steðga vápnasølu til útlondini, men tað krevst framvegis ein meiriluti uppá tveir triðingar, bæði í umboðsmannatinginum og senatinum, til at steðga sýtingarrættinum hjá forsetanum, um forsetin heldur fast við ætlanina um at selja Turkalandi 40 F-16 flogfør, sum avtala var gjørd um í oktober 2021.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109