- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lógin um uppihaldsloyvi til ukrainar verður broytt

Ukrainar, sum vóru uttanlands, tá Russland gjørdi innrás í Ukraina í fjør, skulu eisini sleppa til Føroya.
Skeringsdagurin í lógini er 24.februar, sum er dagurin fyri innrásina. Men dagurin skal broytast til 1.februar í uppskoti um ríkislógartilmæli, sum kom í løgtingið í gjár.
Lógin um fyribils uppihaldsloyvi hjá fólki úr Ukraina skal broytast, so fólk, sum fóru úr Ukraina 1. februar ella seinni, eisini kunnu søkja um uppihaldsloyvi.
Endamálið við broytingini er, at fólk, sum vóru í feriu ella í øðrum styttri uppihaldi í útlandinum 24.februar, eisini kunnu fáa uppihaldsloyvi.
119 hava uppihaldsloyvi
119 fólk úr Ukraina hava fingið fyribils uppihaldsloyvi í Føroyum. Tey fyrstu komu 11.mars.
Nøkur flóttafólk, sum eru komin til Føroya, eru farin aftur til Ukraina.
Kommunufelagið ger vart við í hoyringini, at tað hevur bæði fíggjarligar og umsitingarligar avleiðingar fyri kommunurnar at taka flóttafólk.
Løgmálaráðið hevur tí rættað lógaruppskotið, so greitt er, at uppskotið eisini hevur fíggjarligar og umsitingarligar avleiðingar fyri kommunurnar.
Sambært Kommunufelagnum kostaðu uppihaldsloyvini Tórshavnar kommunu 200.000 til 250.000 kr. í fjør og Klaksvíkar kommunu 125.000 til 150.000 kr.