
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroysk tiltøk móti Russlandi á málsøkjum, sum ikki eru yvirtikin

Føroyar fylgja yvirhøvur teimum revsitiltøkum, sum ES hevur sett móti Russlandi og Hvítarusslandi, tá talan er um málsøki, sum Føroyar hava yvirtikið.
Men tá talan er um revsitiltøk á málsøkjum, sum vit ikki hava yvirtikið, kunnu Føroyar ikki seta revsitiltøk í verk.
Tað ætlar danski vinnumálaráðharrin, Morten Bødskov, at broyta við lóg, sum ger, at ES-revsitiltøk móti Russlandi og Hvítarusslandi á málsøkjum, sum ikki eru yvirtikin, eisini verða galdandi fyri Føroyar. At talan er um ES-revsitiltøk kemst av, at Danmark er limur í ES og tí fylgir tiltøkunum hjá ES.
Høgni Hoydal, landsstýrismaður við uttanríkismálum, sigur, at tað hevur týdning fyri Føroyar at vísa, at vit fylgja somu revsitiltøkum sum restin av Evropa, og at vit seta somu tiltøk í verk, eisini tá ið ræður um málsøki, sum ikki eru yvirtikin.
Morten Bødskov, vinnumálaráðharri. (Mynd: Ritzau Scanpix)
Pengar og marknaeftirlit
Millum hesi eru pengamál og marknaeftirlit, og nýggja lógin skal gera, at ES-revsitiltøk, sum til dømis at frysta russiskar ognir í Føroyum, og at nokta fólkum innferðarloyvi, eisini skulu vera galdandi í Føroyum.
Høgni Hoydal vísir á, at hetta átti at verið gjørt longu í undanfarna samgonguskeiði, men hann leggur dent á, at vit eiga at tryggja okkum, at føroyskir myndugleikar eru við í allari tilgongdini.
Hann sigur, at vit mugu seta somu tiltøk í verk, sum restin av Evropa ger. Tað gera vit longu í stóran mun á teimum økjum, sum eru yvirtikin, men sum er, ber tað ikki til at gera tað á ikki-yvirtiknum økjum, tí Føroyar hava ikki heimild til at gera lógir á hesum økjum.
Lógaruppskotið er til hoyringar fram til 8. februar, og miðað verður eftir at leggja tað fram 14. mars. Ætlanin er, at málið skal viðgerast samstundis í løgtinginum og fólkatinginum.