Norska flogfelagið Flyr gevst

Norska flogfelagið Flyr gevst
Nevndin var samd um avgerðina at koyra felagið á húsagang
Flyr var stovnað í august 2020, og hevði 12 flogfør í flotanum, nú tað fór á húsagang.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
01.02.2023 - 08:38

Norska flogfelagið Flyr gevst nú við sínum virksemi. Tað boðaði felagið sjálvt norska keypsskálanum frá í gjárkvøldið.

NRK skrivar, at avgerðin um at gevast var tikin seinnapartin í gjár, og tað var ein samd nevnd, sum tók avgerðina um, at tað ikki er grundarlag fyri framhaldandi rakstri.

Nevndarformaðurin Erik Braathen, sum eisini er ein av grundleggjarunum av flogfelagnum, sigur, at koronufarsóttin kom illa við hjá felagnum, umframt at aðrar óhepnar umstøður vóru við til at geva Flyr mønustingin.

 

Hevði ongantíð avlop

Serfrøðingar í vinnuni eru tó ikki bilsnir av, at tað gekk sum tað gekk. Sagt verður, at Flyr ongantíð megnaði at fáa ein positivan rakstur, og tá bæði SAS og Norwegian nú síggja út til at fóta sær eftir koronukreppuna, versnaðu útlitini hjá Flyr.

Flyr var stovnað í august 2020, og hevði 12 flogfør í flotanum, nú tað fór á húsagang. Felagið fekst mest við innanríkisflúgving í Noreg, men fleyg eisini til lond í Suðurevropa.

Umleið 400 fólk missa arbeiðið, nú Flyr gevst, skrivar NRK.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109