Landsstýrismaður fer í barsilsfarloyvi

Landsstýrismaður fer í barsilsfarloyvi
Bjarni Kárason Petersen verður í farloyvi í átta vikur
Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, fer nú í barsilsfarloyvi.
 
01.02.2023 - 13:17

Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum, fer í barnsburðarfarloyvi frá 1. februar og í átta vikur, upplýsir Løgmansskrivstovan.

Hetta er fyrstu ferð, at ein landsstýrismaður ella landsstýriskvinna fer í barsilsfarloyvi.

 

Serstøk tíð

"Fyrsta tíðin saman við barninum er serstøk. Vit pápar eiga eisini hesa tíðina, men duga kanska ikki so væl at raðfesta hana. Tað er ein tíð, ið mann ikki fær aftur, og er tískil dýrabar, og ta tíðina ynski eg at raðfesta, og njóta til fulnar. Eg vóni at fleiri pápar fara at síggja virði í at fara í barsil í framtíðini, óansæð um man er landsstýrismaður, handverkari ella lærari.”, sigur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum, í tíðindaskrivi.

Meðan Bjarni Kárason Petersen er í barsil, røkir løgmaður málsøkini hjá honum í landsstýrinum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. mars
Morgunlestur týsdagur 18.mars 202
189184
Mánadag 17. mars
Stuttligar søgur úr gomlu Havnini
189339
Mánadag 17. mars
NSÍ er tjekkað inn
189329
Mánadag 17. mars
Morgunlestur mánadagur 17.mars 2025
189183
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301
Sunnudag 16. mars
Hondbóltur: Niðurlond - Føroyar
189292
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238