Fáa annað skip fyri Jupiter

Fáa annað skip fyri Jupiter
North West Pelagic vann eitt rættarmál um endurgald fyri trimum árum síðani
North West Pelagic keypti Jupiter frá Varðanum í 2020, men nú skal felagið hava annað skip, og Jupiter verður seldur.
 
01.02.2023 - 13:09

Reiðaríið North West Pelagic skal hava nýtt uppsjóvarskip. 

Nýggja skipið kemur fyri Jupiter, sum verður seldur, og skal eisini eita Jupiter.

Nýggi Jupiter er eitt sindur størri og eitt sindur nýggjari enn gamli Jupiter, sigur stjórin, Jógvan Martin Ferjá Joensen.

North West Pelagic keypti Jupiter frá Varðanum í 2020 og hann tók tá tvær ferðir so nógv sum táverandi skipið hjá felagnum, Norðhavið.

 

Misti fiskiloyvið

Tað eru sjey ár síðani, at North West Pelagic misti fiskiloyvið, tí Fiskimálaráðið metti, at hollendski minnilutaeigarin hevði ræði á felagnum.  Fiskimálaráðið tapti kortini málið í Føroya rætti og var dømt at rinda endurgjald til North West Pelagic.

Hóast trý ár eru farin, síðani dómurin var sagdur um endurgjald, er málið ikki avgreitt enn.

Støddin á endurgjaldinum skal avgreiðast í samráði við Fiskimálaráðið, sigur Jógvan Martin Ferjá, sum nú fer í holt við triðja landsstýrismann í fiskivinnumálum um úrskurðin í Føroya Rætti.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
Morgunlestur leygardagur 8.februar 2025
186656
Fríggjadag 7. februar
Vikuskiftið 7 februar 2025
187506
Fríggjadag 7. februar
Brot úr Føroya søgu
187467
Fríggjadag 7. februar
Breddin: Grønland
187466
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342