![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/myndasavn-width/public/jerome.jpg?itok=cT7Q4p5d)
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Amerikanski miðbankin hækkar rentuna í kvøld
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/amerikanski_midbankin.jpg?itok=3JvZb7xq)
Amerikanski miðbankin fer væntandi í kvøld at hækka leiðandi rentuna.
Miðbankastjórin, Jerome Powell, kunnger avgerðina kl. 19 í kvøld, og serfrøðingar rokna við, at hækkingin verður 0,25 prosentstig, úr 4,5 upp í 4,75 prosent.
Hetta verður sostatt áttanda rentuhækkingin á rað hjá Federal Reserve, men hon verður neyvan so stór, sum seinastu tvær hækkingarnar hava verið. Tær vóru 0,5 og 0,75 prosentstig.
Jerome Powell er miðbankastjóri í USA. (Mynd: Ritzau Scanpix)
Trýstið linkar
Inflatiónstrýstið í USA er minkað seinastu mánaðirnar, fleiri tøknirisar hava boðað frá uppsagnum, og amerikonsk húsarhald brúka minni pening.
Stóri spurningurin er, um miðbankin heldur, at arbeiðsmarknaðurin er í ferð við at verða køldur nóg nógv.
Í desember metti bankin í forsøgn síni, at leiðandi rentan skuldi upp á fimm til 5,25 prosent í 2023, og tað merkir, at tvær rentuhækkingar helst koma aftrat.
Størri álit
Álitið hjá íleggjarum á amerikanska búskapin er betri nú, og tað sæst aftur í amerikanska keypsskálanum, har pílarnir hava peikað uppeftir seinastu mánaðirnar.
Dow Jones-vísitalið í New York er vaksið góð seks prosent seinastu tríggjar mánaðirnar, og Nasdaq-vísitalið er vaksið 10,7 prosent síðani ársskiftið, skrivar NTB.