- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ætla at byggja nýggja dokk á Skála
Ætla at byggja nýggja dokk á Skála
Borgarafundur verður á Skála í kvøld um ætlanina hjá Mest
Nýggja dokkin verður 150 metrar long, og hon verður nakað norðan fyri verandi dokk.
01.02.2023 - 13:39
Borgarafundur verður á Skála í kvøld í sambandi við, at skipasmiðjan Mest ætlar at byggja nýggja dokk á Skála.
Umsóknin frá Mest um at byggja 150 metra langa dokk á Skála var latin Runavíkar kommunu 24. mai í fjør. Hon verður umleið 20 metrar norðan fyri verandi dokk.
Sambært borgarstjóranum hevur umsóknin ikki verið viðgjørd í býráðnum enn.
Borgarstjórin vil hava borgarafund fyrst, og í gjár var brádliga lýst við fundi, sum verður í skúlanum á Skála longu í kvøld
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
01022023_Dokk_a_Skala
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV