![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/myndasavn-width/public/vlcsnap-2023-01-30-09h50m05s977.png?itok=HP9xaqwH)
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Reglugerðin hevur riggað væl, men ábøtur verða gjørdar
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/vlcsnap-2022-03-25-14h46m40s801.png?itok=fXV3vMoC)
Reglugerðin um óljóð frá skipum hevur riggað væl, sigur Kommunufelagið, ið kann síggjast sum eitt svar til ákærurnar frá Heimafriði um larm í føroyskum havnum.
Kommunufelagið skrivar, at fleiri larmandi skip hava gjørt ábøtur fyri at minka um óljóðið, og enn fleiri ábøtur eru á veg.
Tað vísir eftirmetingin, sum myndugleikarnir hava gjørt av reglugerðini, og sum hevur fingið Kommunufelagið at seta eina nýggja reglugerð í verk.
Í gildii eitt ár
Í januar 2022 kom nýggja reglugerðin um óljóð frá skipum í gildi.
Hetta varð gjørt eftir umfatandi ljóðkanningar á havnarløgum, grannaløgum og inni í privatum bústøðum. Tilsamans 273 kanningar vóru gjørdar, og burtur úr hesum bar til at gera eftirfarandi hagfrøðiligar greiningar sum fakligt grundarlag at seta mørk fyri óljóði frá skipum.
- Tað var ongin ivi um, at nøkur skip larmaðu ov nógv. Og eisini óneyðuga nógv. Kommunurnar vildu tí í felag finna eitt mark, ið bæði kundi mátast á havnarlagnum, og sum eisini gjørdi mun inni hjá fólki, sigur Tórbjørn Jacobsen, formaður í Kommunufelagnum, sum eisini sjálvur var við í eftirmetingararbeiðinum.
Sambært reglugerðini skulu skip ikki sleppa í føroyska havn, um tey bróta markvirðini og ikki innan í mesta lagi 6 mánaðir megna at fáa viðurskiftini í rættlag.
Tórbjørn Jacobsen er formaður í Kommunufelagnum.
Ampa av 10-15 skipum
- Eftirmetingin staðfesti myndina av, at tað vóru bert eini 10-15 skip, sum vóru atvoldin til meginpartin av ampanum hjá borgarunum. Tey skulu gera ábøtur, og tað hava nógv teirra longu gjørt ella lagt ætlanir um. Í so máta hevur reglugerðin riggað sera væl, sigur Tórbjørn Jacobsen.
Eftir politiska viðgerð á borgarstjóra- og stýrisfundum hevur Kommunufelagið við støði í eftirmetingini gjørt av at gera nakrar broytingar og tillagingar í reglugerðini.
Nýggja havnarreglugerðin er galdandi frá í morgin, 1. februar, í øllum kommunum, sum í síni tíð samtyktu reglugerðina um óljóð frá skipum.