Oljugrunnurin misti 1637 milliardir í fjør

Oljugrunnurin misti 1637 milliardir í fjør
Orsøkin er kríggið í Evropa, inflatiónin og hækkandi renta
Norski oljugrunnurin hevði tap í fjør, og tað er fyrstu ferð síðani 2008.
 
31.01.2023 - 14:20

Norski oljugrunnurin hevði 1.637 milliardir norskar kr. í tapi í fjør. Tað er størsta hallið í søguni hjá Oljugrunninum, skrivar DR.

Upphæddin svarar til umleið 1.100 milliardir danskar kr.

- Marknaðurin var ávirkaður av krígnum í Evropa, stórari inflatión og hækkandi rentum. Tað hevur havt keðiliga ávirkan á bæði partabræva- og lánsbrævamarknaðin samstundis, sum er óvanligt, sigur stjórin í grunninum, Nicolai Tangen, sambært Reuters.

Áðrenn metvánaliga úrslitið í fjør, var vánaligasta úrslitið hjá Norska Oljugrunninum í 2008, tá tapið var 633 milliardir norskar kr.

Norski oljugrunnurin var settur á stovn í 1996, og er síðani vaksin nógv. Hann er í dag millum størstu almennu pengatangar í øllum heiminum.

Grunnurin eigur partabrøv í 9.300 feløgum kring heimin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109