![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/myndasavn-width/public/frakland_og_samferdsla.jpg?itok=KYPJWJBb)
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mótmælisgongur móti nýskipanum í Fraklandi
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/motmaeli_i_fraklandi_0.jpg?itok=mJ7Xq6Ek)
Aðalverkfall og mótmælisgongur fara at leggja partar av franska samfelagnum lamið í dag, nú stjórnin fyrireikar nýskipanir.
Væntandi fara ein millión fólk um alt landið út á gøturnar at mótmæla í dag, sigur ein løgreglukelda við AFP.
Franska stjórnin ætlar at hækka pensjónsaldurin úr 62 upp í 64 ár, og at fólk skulu arbeiða longur, um tey vilja taka út alla pensjónina.
Aðalverkfallið rakar eisini samferðsluna í Fraklandi. (Mynd: Ritzau Scanpix)
Fyrr í hesum mánaðinum vóru 1,1 millión fólk úti á gøtunum og mótmæltu, og tað er størsta mótmælistiltak, síðani nýskipanir seinast vóru á skránni í 2010.
Fyri fraklendingar merkir tað, at teir í dag mugu finna aðrar møguleikar fyri at koma til arbeiðis og at ansa børnum sínum, tí m.a. arbeiðsfólk í samferðslu- og útbúgvingargeiranum fara í verkfall í dag.
Í meiningakanning frá OpinionWay í gjár svaraðu 61 prosent, at tey taka undir við mótmælunum móti ætlaðu nýskipanini.