Ætlar at minka skúlaflokkarnar

Ætlar at minka skúlaflokkarnar
Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, bíðar eftir tilmæli frá einum arbeiðsbólki
Djóni Nolsøe Joensen er landsstýrismaður í barna- og undirvísingarmálum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
31.01.2023 - 18:00

Landsstýrið hevur ætlanir um at minka skúlaflokkarnar, men landsstýrismaðurin í barna- og undirvísingarmálum hevur ikki nakað tal, hvussu nógvir næmingar í mesta lagi skulu vera í hvørjum flokki.

Hann hevur heldur ikki pengar at gera nakra broyting á hesum økinum í ár.

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismður, sigur, at hann  bíðar eftir tilmæli frá arbeiðsbólki, áðrenn meira verður gjørt við málið.

Jacob Eli S. Olsen, formaður í Føroya Lærarafelag, finst at skúlamyndugleikunum, at teir ikki býta flokkar í tvey, men hava 25 ella 26 næmingar í sama flokki. Í løtuni eru 15 flokkar við 25 ella 26 næmingum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

31012023_Djoni_um_naemingar

 

 

 


 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. mars
Morgunlestur týsdagur 18.mars 202
189184
Mánadag 17. mars
Stuttligar søgur úr gomlu Havnini
189339
Mánadag 17. mars
NSÍ er tjekkað inn
189329
Mánadag 17. mars
Morgunlestur mánadagur 17.mars 2025
189183
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301
Sunnudag 16. mars
Hondbóltur: Niðurlond - Føroyar
189292
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238