Turkaland havnar svensku umsóknini um NATO-limaskap

Turkaland havnar svensku umsóknini um NATO-limaskap
Finnland og Svøríki fáa ymisk svar, sigur turkiski forsetin
Recep Tayyip Erdogan, forseti í Turkalandi, ger nú greitt, at Turkaland fer ikki at taka undir við umsóknini um svenskan limaskap í NATO.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
30.01.2023 - 08:35

- Turkaland fer at góðkenna finsku umsóknina um NATO-limaskap, hóast svenska umsóknin verður havnað.

Tað sigur turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdogan, í eini sjónvarpsrøðu fyri turkisku tjóðini.

Fyri at gerast limur krevst, at øll NATO-limalondini taka undir við tí. Svøríki og Finnland søktu í felag um NATO-limaskap stutt eftir russisku innrásina í Ukraina, og londini hava higartil hildið fast um, at tey søkja saman.

- Um tað verður neyðugt, fara vit at geva Finnlandi og Svøríki ymisk svar, sigur hann, og leggur afturat, at tað verður ein skelkur fyri Svøríki, um landið fær annað svar enn Finnland.

Fleiri mótmælistiltøk ímóti Erdogan og Turkalandi hava verið í Svøríki í síðstuni. Og støðan landanna millum er spent.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109