Kreppa í flogfeløgum kann koma væl við hjá SAS

Kreppa í flogfeløgum kann koma væl við hjá SAS
Enska felagið Flybe er hildið uppat at flúgva, og norska felagið Flyr er eisini í fíggjarligum trupulleikum
SAS er eisini spert fíggarliga, men møguleikar eru hjá felagnum at yvirtaka rutur hjá norska felagnum Flyr.
 
30.01.2023 - 11:45

Fleiri flogfeløg hava tað trupult fíggjarliga, eftir at tey hava økt um skuld sína í koronaárunum, og nú ikki megna at lofta sær.

Fríggjadagin gavst enska felagið Flybe at flúgva, og í dag boðar norska felagið Flyr frá, at tað hevur eydnast at finna nýggjar íleggjarar, og sagt verður, at tað verður torført at halda fram.

TV2 skrivar, at hesi boðini kunnu koma væl við SAS, sum eisini er rættiliga hart spert fíggjarliga.

Jacob Pedersen, sum er greinari hjá Sydbank, sigur við TV2, at tað serliga er áhugavert hjá SAS, um norska felagið Flyr gevst, tí tað er upplagt hjá SAS at yvirtaka innanríkisflúgvingina hjá hesum felag.

Hann metir tó, at Ryanair eisini fer at brúka orku upp á at yvirtaka ruturnar hjá Flyr, so uppgávan verður ikki løtt, men tað eigur at bera til, sigur hann.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109