Grimdarregn í Nýsælandi

Grimdarregn í Nýsælandi
Í gjár regnaðu 25 sentimetrar, og avfallið heldur á
 
30.01.2023 - 15:56

Óvanliga nógv regn hevur verið í Nýsælandi seinastu dagarnar. Nýsælenskir miðlar skriva, at í Aucklandi regnaðu 25 sentimetar í gjár.

Býurin er nú lýstur í undantaksstøðu.

Higartil eru fýra fólk deyð í sambandi við áarførið. NZ Herald skrivar, at tað heldur á við at regna til einaferð í næstu viku.

- Hetta er tað ógvusliga, vit hava upplivað. Vit hava bjargað fólkum við tyrlu av húsatekjum og úr bilum, áðrenn tey fóru undir, sigur Andrew Clark, bjargingarleiðari.

Sí videobrot frá AP-tíðindastovuni her:

 

NYSAELAND_VATNFLOD


 

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109