Turkaland ávarar ferðafólk

Turkaland ávarar ferðafólk
Turkiska uttanríkisráðið ávarar nú landsins borgarar, um teir ætla sær at ferðast til USA ella Europa.
 
29.01.2023 - 10:54

Millum annað verður nevnt í ávaringini, at í Europa kunnu turkar rokna við at møta “vantandi átrúnaðarligum tolsemi og hatri”.

AFP-tíðindastovan sigur talan vera um eitt turkiskt aftursvar, eftir at Svøríki, Norra, Danmark og fleiri onnur lond í vesturheiminum hava hert síni tilmæli, tá ið fólk haðani skulu ferðast til Turkalands.

Diplomatisku sambondini millum Turkaland og lond í vesturheiminum eru versnað, eftir at Turkaland fyribils hevur víst aftur at góðkenna Svøríki og Finnland sum nýggjar limir í vesturlendsku verjusamgonguni, NATO.

Finski uttanríkisráðharrin, Pekka Haavisto, sigur nú, at næsti møguleikin hjá Finnlandi og Svøríki at fara upp í NATO kann verða eftir turkiska valið og áðrenn toppfundin í NATO, sum verður í juli mánaði.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109