Løgtingsfundur í morgin

Løgtingsfundur í morgin
Á løgtingsfundinum seinnapartin í morgin eru fimm mál á skránni, teirra millum avgjaldslættar til orkuvinarlig motorakfør.
Løgtingsfundur verður í morgin klokkan 13
 
29.01.2023 - 17:44

Millum annað skal løgtingið á fundinum í morgin klokkan 13 atkvøða um, um Høgni Hoydal, landsstýrismaður, skal svara einum skrivligum fyrispurningi frá fólkaflokskvinnuni, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, um oljuleiting í føroyskum øki.

Og so verða løgd fram tvey uppskot, sum hava til endamáls at gera tað bíligari hjá teimum, ið keypa sær el- ella vetnisbil.

Tíðarskeiðið fyri at fáa endurrinda meirvirðisgjaldið í sambandi við keyp av orkuvinarligum motorakførum, skal leingjast í tvey ár.

Ætlanin er síðani stigvíst at avtaka afturberingina av meirvirðisgjaldi.

Hinvegin skulu tey, ið keypa sær plug-in hybrid-og hybridakfør, missa sín tilsvarandi fyrimun.

Og so verður eisini lagt fyri løgtingið uppskot til eykajáttanarlóg fyri 2023, ið skal heimilað at føra landshúsarhaldið víðari, til løgtingsfíggjarlógin fyri 2023 er samtykt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. mars
Morgunlestur týsdagur 18.mars 202
189184
Mánadag 17. mars
Stuttligar søgur úr gomlu Havnini
189339
Mánadag 17. mars
NSÍ er tjekkað inn
189329
Mánadag 17. mars
Morgunlestur mánadagur 17.mars 2025
189183
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301
Sunnudag 16. mars
Hondbóltur: Niðurlond - Føroyar
189292
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238