Grønlendskar kvinnur kæra um fyribyrging uttan samtykki

Grønlendskar kvinnur kæra um fyribyrging uttan samtykki
Landslæknin í Grønlandi fær alsamt fleiri kærur frá kvinnum, sum hava upplivað at hava fingið fyribyrging, uttan at tær hava givið sítt samtykki.
Tað vóru slíkir Lippes Loop-spiralar, ið vórðu brúktir í Grønlandi frá 1966 til 1975
Mynd: DR  
 
29.01.2023 - 18:28

Hetta skal vera hent bæði áðrenn og eftir at Grønland yvirtók heilsumál í 1992.

Fyri einum lítlum ári síðani varð avdúka í einum poddvarpi danska kringvarpinum, DR, at túsundtals gentur og kvinnur í Grønlandi høvdu fingið spiral settan upp í seg.

Hetta var liður í eini danskari ætlan um at tálma grønlendska fólkavøkstrinum. Sambært DR var talan um eina ætlan, ið gekk frá 1966 til 1975, men nú vísir tað seg, at hildið varð fram eftir tað.

Grønlendska kringvarpið, KNR, veit at siga, at síðani mai í fjør hevur landslæknin í Grønlandi fingið 26 kærur um spiralar, sum kvinnur hava fingið áðrenn 1992, tá ið heilsumálini vóru yvirtikin.

Harumframt váttar landslæknin, at fýra kvinnur hava kært, at tær – uttan at vera eftirspurdar – fingu fyribyrging seinni enn í 1992.

– Vit taka málið í størsta álvara, tí er hetta hent uttan samtykki, er tað eitt álvarsmál, segði landslæknin afturi í desember mánaði.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109