Finska psykiatriin av kósini

Finska psykiatriin av kósini
Í Finnlandi verður nú funnist at psykiatrisku viðgerðini, tí hon í alt ov stóran mun kemur teimum vælbjargaðu til góðar.
 
29.01.2023 - 15:13

Ein kanning vísir, at meirilutin av teimum, ið fáa fíggjarligan stuðul frá tí almenna til psykiatriska hjálp, eru fólk við høgari útbúgving og kvinnur.

Finska útgávan av Sinnisbata, Mieli, sigur hetta vera eina ábending um, at psykiatriska hjálpin er farin av kósini.

- Fíggjarligi stuðulin er nú mest bara ein inntøkuhækking hjá teimum, sum frammanundan eru fíggjarliga væl fyri, sigur Kristian Wahlbeck frá Mieli við finska kringvarpið, YLE.

Samstundis fáa hvørki pensjónistar ella tey, sum ikki eru tøk á arbeiðsmarknaðinum, fíggjarligan stuðul til psykiatriska hjálp.

Eisini verður víst á, at sjúklingurin sjálvur skal rinda 260 krónur fyri hvørja viðtalu, og tað gagnar heldur ikki teimum, ið ongan stuðul fáa til viðgerðina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109