Fíggingin er altavgerandi

Fíggingin er altavgerandi
Landsstýrismaðurin í samferðslumálum skal nú svara uppá, um statslán frá Danmark er ein møguleiki, tá ið Suðuroyartunnilin skal fíggjast.
 
29.01.2023 - 17:43

Tað er sambandstingmaðurin, Erhard Joensen, ið vil hava Dennis Holm, landsstýrismann, at svara sær tveimum spurningum um tunnilsfíggingina í einum grein 52a-fyrispurningi.

Erhard Joensen vísir á, at landsstýrismaðurin í samrøðu við Kringvarpið tann 22. desember hevur sagt, at Suðuroyartunnilin verður settur í gongd í hesum valskeiðnum, og tí vil hann hava meira at vita um fíggingina.

Tí spyr Erhard Joensen, hvørjir fíggingarleitir til Suðuroyartunnilin fyriliggja ítøkiliga, og um statslán frá Danmark er ein møguleiki.

- Fígging er altavgerandi fyri at gjøgnumføra hesa byggiverkætlan, og tí verður hesin fyrispurningur settur, sigur sambandstingmaðurin í viðmerkingum sínum til fyrispurningin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. mars
Morgunlestur týsdagur 18.mars 202
189184
Mánadag 17. mars
Stuttligar søgur úr gomlu Havnini
189339
Mánadag 17. mars
NSÍ er tjekkað inn
189329
Mánadag 17. mars
Morgunlestur mánadagur 17.mars 2025
189183
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301
Sunnudag 16. mars
Hondbóltur: Niðurlond - Føroyar
189292
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238