- Tíðindi, mentan og ítróttur
Danmark vann HM fyri triðju ferð á rað og skrivaði hondbóltssøgu
Tað vóru heimsins bestu hondbóltslandslið við monnum, ið brustu saman í Stokkhólmi í HM-finaluni í kvøld.
Danmark og Frakland spældu eina sera góð og spennandi finalu.
Danmark legði frá landi sum eitt óløgi, og donsku hvirluvindarnir á bakkunum, Simon Pytlick og Mathias Gidsel, buldraðu bóltarnar í málið.
Og í danska málinum byrjaði Niklas Landin sera væl og pilkaði glansin fullkomiliga av fronsku leikarunum.
Nikola Karabatić var ikki klárur
Frankland byrjaði við sterku, men eisini skaddu heimstjørnuni Nikola Karabatić á vøllinum, og tað var ein feilur.
Nikola Karabatić var eyðsæð ikki klárur til dystin, og tá hann varð skiftur út við Elohim Prandi, byrjaði Frakland at eta seg inn aftur í dystin.
Orkan tóktist fara eitt sindur av Pytlick og Gidsel, og Mikkel Hansen var sera afturhaldandi.
Tá farið varð til hálvleiks var Danmark, ið tíðliga í fyrra hálveiki hevði verið frammanfyri við fýra málum, bert eitt mál frammanfyri.
Jóhan á Plógv Hansen á bonkinum
Taktikkurin hjá dønum gjørdi enn einaferð, at Jóhan á Plógv Hansen í stóran mun var áskorðari á bonkinum hjá dønum.
Seinastu dystirnar hevur danski landsliðsvenjarin, Nikolaj Jacobsen, valt at brúka sterka bakkin Niclas Kirkeløkke á vonginum, so hann kann verja á bakkplássinum.
Harvið fær stóra stjørnan hjá dønum, Mathias Gidsel, eitt sindur av hvíld í verjupartinum.
Jóhan á Plógv Hansen kom inn eina løtu í seinna hálvleiki og fekk eisini ein gyltan møguleika men brendi, og so fór hann aftur á bonkin.
Einmansherurin Rasmus Lauge
Mikkel Hansen varð settur á bonkin í seinna hálvleiki, og inn kom Rasmus Lauge, ið hevur verið skaddur í mánaðunum upp til HM.
Við 10 málum í seinna hálvleiki var Rasmus Lauge ein einmansherur, ið tryggjaði Danmark HM-sigurin, tá luftin var farin úr Mathias Gidsel, Mikkel Hansen og Simon Pytlick.
Breiddin hjá Danmark avgjørdi dystin, tí eisini Kevin Møller í málinum og Mads Mensah og Simon Hald komu inn og vóru við til at avgera dystin í álopinum og verjuni.
Tá danir høvdu brúk fyri einum avgerandi máli, so var tað stóra stjørnuskotið hjá dønum, 22 ára gamli Simon Pytlick, ið tók bóltin og bombaði bóltin í málið til stóra gleði frá gomlu hondbóltskempuni Mikkel Hansen.
Endaliga málið hjá dønum skoraði Mathias Gidsel, ið eisini gjørdist toppskorari, til endaliga úrslitið 34-29 til Danmark.
Jóhan á Plógv Hansen - føroyingurin á danska landsliðnum.