Ukraina kannar Wagner-hermann

Ukraina kannar Wagner-hermann
Ukraina hevur ikki biðið um at fáa útflýggjaðan russiska Wagner-hermannin, ið flýddi úr Russlandi til Noregs 13. januar.
Andrej Medvedev
 
28.01.2023 - 10:13

Andrej Medvedev søkti um friðskjól eftir at hann koma til Noregs um Pasvik-ánna við Kirknes. 

Hann var russiskur leiguhermaður í Wagnerdeildini í fleiri mánaðir í fjør, áðrenn hann rýmdi til Noregs, sigur russiski mannarættindafelagsskapurin Gulagu.net.

Medvedev sigur sjálvur, at hann hevur verið vitni til fleiri krígsbrotsverk í Ukraina, meðan hann var í Wagner-leiguherinum.

Málið verður kannað
Ukraina hevur enn ikki biðið um at fáa Medvedev útflýggjaðan. Tað skrivar norska TV2, sum hevur tosað við myndugleikar í Ukraina.

– Ukrainska løgmálaráðið hevur ikki fingið áheitan um at fáa russiska ríkisborgaran útflýggjaðan, og sostatt hevur ráðið heldur ikki sent Noregi umbøn um at útflýggja teimum russiska borgaran, skrivar ukrainska løgmálaráðið í svari til norska TV2.

Ukrainskar kanningardeildir kanna í løtuni málið, og um maðurin hevur framt krígsbrotsverk, skrivar norska TV2.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109