Svenskur nato-limaskapur koyrdur í pausu

Svenskur nato-limaskapur koyrdur í pausu
Orsøkin er turkiska aftursvariðog mótmælini, sum hava verið, eftir at høgravíðgongdi danskt-svenski politikarin Rasmus Paludan alment hevur brent koranir
 
28.01.2023 - 17:43

Svenski uttanríkisráðharrin Tobias Billstrøm sigur, at tilgongdin hjá Svøríki at gerast limur í Nato verður koyrd í pausu. Orsøkin er turkiska aftursvarið og mótmælini, sum hava verið, eftir at høgravíðgongdi danskt-svenski politikarin Rasmus Paludan alment hevur brent koranir.

Tað skrivar svenska kringvarpið SVT.

- Eg og uttanríkisráðið hava arbeitt hart seinastu vikurnar fyri partvíst at linka spentu støðuna í kjalarvørrinum á koranbrenningini, og partvíst at fáa rætta boðskapin út um, hvat er satt í hesum, sigur Thomas Billstrøm, uttanríkisráðharri.

Hóast ófriðin, væntar svenska stjórnin kortini, at Svøríki verður limur í Nato longu í summar, skrivar blaðið. Fleiri hundraðtals fólk vóru seinasta vikuskifti savnað uttanfyri svensku sendistovuna í Istanbul og brendu myndir av Rasmus Paludan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109