Grikkaland: Misálit fall

Grikkaland: Misálit fall
Eitt misálit, sum var reist móti stjórnini í Grikkalandi, fall í gjár við 156 atkvøðum ímóti og 143 fyri.
Grikska tjóðartingið
Mynd: Aris Messinis/AFP  
 
28.01.2023 - 10:15

Andstøðan segði í grundgevingini fyri misálitið, at forsætisráðharrin hevur havt týðandi leiklut í einum máli um avlurting.

Leiðarin fyri vinstrasinnaðu andstøðuni, Alexis Tsipras, legði mikudagin fram misálit, har hann skuldsetti borgarliga forsætisráðharran, Kyriakos Mitsotakis, fyri tilvitað av hava sagt ósatt, síðani stóra málið um avlurting varð avdúkað fyri seks mánaðum síðani.

Sambært Tsipras, var forsætisráðharrin oddamaður og leiðari fyri “brotsmannaliðnum”, sum skipaði avlurtingina.

Vinstrasinnaða vikublaðið, Documento, hevur fyrr skrivað, at 30 politikarar, journalistar og vinnulívsfólk eru avlurtað, men Kyriakos Mitsotakis, forsætisráðharri, hevur víst hesum aftur, skrivar norska tíðindastovan, NTB.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109