Generalur spáar kríggj í 2025

Generalur spáar kríggj í 2025
Generalurin í amerikonsku loftverjuni, sigur í innanhýsis uppriti, sum fjølmiðlar hava fingið hendur á, at hann hevur eina kenslu av, at “vit eru í kríggi í 2025”.
Amerikanski generalurin, Mike Minihan
Mynd: USAF  
 
28.01.2023 - 10:17

Pentagon hevur váttað uppritið, har Mike Minihan, generalur, sigur seg vænta, at ósemjan í sambandi við Teivan, sum sambært Kina er kinesiskt øki, fer at elva til størri ósemju millum Kina og USA.

Uppritið hevur yvirskriftina “februar 2023 - boð í sambandi við fyrireikingar til næsta bardaga”.

Minihan nevnir tríggjar orsøkir:

  1. at teivanska forsetavalið í 2024 fer at geva kinesiska forsetanum Xi Jinping høvið at fara í kríggj.
  2. at amerikanska forsetavalið sama ár fer at geva Xi ta fatan, at USA er órógvað.
  3. og at í 2022 varð Xi afturvaldur sum floksformaður og forseti, - og tað er triðja forsetaskeiðið hjá honum. Og í oktober mannaði hann sítt krígsmálaráð.

Mike Minihan mælir í uppritinum um ætlanirnar fyri 2023 til at arbeiða skjótari, at menna tilbúgvingina, integratiónina og smidleikan hjá USA og sameindu deildunum fyri at loypa ótta á, og um neyðugt vinna á Kina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109