Ávaring undan ráðstevnu

Ávaring undan ráðstevnu
Norska trygdarløgreglan, PST, hevur sent út ávaring undan ráðstevnuni, Arctic Frontiers, sum verður í Tromsø.
Eini 800 fólk vera á ráðstevnuni, Arctic Frontiers, í Tromsø í næstu viku
Mynd: Arctic Frontiers  
 
28.01.2023 - 12:49

PST óttast, at fleiri luttakarar á ráðstevnuni hava aðrar ætlanir enn at fáa fakligan íblástur.

Luttakarar eru politikarar, vinnulívsfólk og granskarar, og tey kjakast um burðardygga menning í Arktis.

Endamálið er at knyta saman vinnulív, politikk, vísindi og gransking.

800 fólk hava teknað seg til ráðstevnuna, sum byrjar mánadagin.

Venda sær til luttakarar
- Vandi er fyri, at umboð fyri, at útlendskar fregnartænastur venda sær til luttakararnar. Vit heita tí á fólk um at vera á varðhaldi, sigur Gunnar Fugelsø, leiðari fyri PST í Troms.

PST fer at senda síni fólk á ráðstevnuna, og tað er ikki fyrstu ferð.

PST hevur í fleiri ár samstarvað við løgregluøkið Troms í sambandi við ráðstevnuna. 

Men í ár er ráðstevnan serliga áhugaverd nú trygdarstøðan í heiminum er spent.

Hetta er tó fyrstu ferð, at PST opið sigur, at tey eru við á ráðstevnuni.

- Vit senda fleiri starvsfólk á ráðstevnuna, meira fái eg ikki sagt, sigur Fugelsø við blaðið Nordlys.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. februar
Norðurljóð 10.februar 2025
187245
Mánadag 10. februar
Hvør skal venja landsliðið
187571
Mánadag 10. februar
Góðan morgun Føroyar
187552
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371