Stjórnarflokkarnir fáa frammaná

Stjórnarflokkarnir fáa frammaná
Hevði fólkatingsval verið nú, høvdu teir tríggir stjórnarflokkarnir bara fingið 68 tingsessir tilsamans
Danska stjórnin fær frammaná í nýggjari veljarakanning og hevði bert fingið 68 sessir í fólkatinginum, var val nú.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
27.01.2023 - 08:35

Danska stjórnin fær frammaná í nýggjari veljarakanning, sum Megafon hevur gjørt fyri TV2 og Politiken.

Teir tríggir stjórnarflokkarnir, Javnaðarflokkurin, Vinstriflokkurin og Moderatarnir, fingu tilsamans 89 tingsessir á valinum 1. november, men í hesi nýggju veljarakanningini fáa teir bara 68 tingsessir tilsamans.

Størstu afturgongdina fær Javnaðarflokkurin hjá Mette Frederiksen, forsætisráðharra, sum fer úr 27,5 prosentum á valinum niður í 21,7 prosent. Afturgongd er 5,8 prosentstig, sum svarar til 12 tingsessir.

 

Mette Frederiksen, forsætisráðharri. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Eisini Vinstriflokkurin hjá Jakob Ellemann-Jensen fær ein frammaná.

Vinstri fær 8,8 prosent av atkvøðunum í nýggju kanningini. Tað er ein afturgongd upp á 4,5 prosentstig ella sjey tingsessir. Var hetta eitt veruligt valúrslit, hevði talan verið um ringasta val nakrantíð hjá Vinstra, verri enn í 1987, tá flokkurin fekk 10,5 prosent av atkvøðunum.

 

Jakob Ellemann-Jensen, formaður í Vinstra. (Mynd: Ritzau Scanpix)

Lars Løkke Rasmussen, formaður í Moderata flokkinum. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Moderatarnir minni afturgongd

Triði stjórnarflokkurin, Moderatarnir hjá Lars Løkke Rasmussen, verður eisini revsaður í veljarakanningini, men ikki so hart sum hinir báðir samgonguflokkarnir. Moderatarnir fáa 7,7 prosent í kanningini, og tað er ein afturgongd upp á 1,6 prosentstig ella tveir tingsessir.

Bestu úrslitini í veljarakanningini fáa SF, sum fer úr 8,3 prosentum upp í 15,5 prosent - ein framgongd upp á 7,2 prosentstig - og Liberal Alliance, sum hevur eina framgongd upp á 4,7 prosentstig - úr 7,9 upp í 12,6 prosent. 

Kanningin er gjørd frá 23. til 26. januar, og 1.010 fólk svaraðu. Óvissan er 2,7 prosentstig fyri størru flokkarnar og 1 prosentstig fyri smærru flokkarnar.

 

Hans Engell er politiskur viðmerkjari.

 

Óvæntað stór afturgongd

Tað kemur ikki so óvart á, at stjórnarflokkarnir hava eina afturgongd, men tað er óvæntað, at hon er so stór. 

Hans Engell, politiskur viðmerkjari hjá danska TV2, sigur, at hetta er ein beint frammaná hjá stjórnini. 

Orsøkin er, sambært Hans Engell, at danski Javnaðarflokkurin hevur skipað samgongu saman við Vinstraflokkinum.

- Tað eru nógv javnaðar- og vinstrafólk, sum eru ónøgd við nýggju stjórnina. Tey eru ónøgd um, at málið um advokatkanningina um minkarnar og málið um Lars Findsen, stjóran í fregnartænastuni hjá donsku verjuni, brádliga eru skúgvað til viks, sigur Hans Engell.

 

Dýri biðidagur kostar mest

Tað, sum kostar stjórnini mest, er uppskotið um at strika dýra biðidag.

- Tað hevur veruliga rakt stjórnina. Málið er handfarið soleiðis, at tað er fallið nógvum veljarum fyri bróstið. Og vit skulu ikki gloyma, at Javnaðarflokkurin rindar prísin fyri, at øll fakfelagsrørslan saman er farin ímóti flokkinum við atfinningum og kravi um fólkaatkvøðu um at strika dýra biðidag, staðfestir Hans Engell, politiskur viðmerkjari hjá TV2.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. mars
Morgunlestur týsdagur 18.mars 202
189184
Mánadag 17. mars
Stuttligar søgur úr gomlu Havnini
189339
Mánadag 17. mars
NSÍ er tjekkað inn
189329
Mánadag 17. mars
Morgunlestur mánadagur 17.mars 2025
189183
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301
Sunnudag 16. mars
Hondbóltur: Niðurlond - Føroyar
189292
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238