![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/myndasavn-width/public/20-dsc09061.jpg?itok=x6IY4Hid)
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sí myndirnar: Ætla at byrja við at framleiða 600 tunnur av whisky um árið
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/3-dsc08774.jpg?itok=NNWqBuH_)
“Tað er ein dreymur, ið gongur út,” ásanna Bogi Karbech Mouritsen og Dánial Hoydal, ið eru ávikavist høvuðsbryggjari og stjóri í Faer Isles Distillery, nú fyrstu whiskydroparnir í dag verða latnir tunnur í virkisbygninginum í Vestmanna.
Myndir: Bjarni Árting Rubeksen
Faer Isles Distillery stjórin, Dánial Hoydal, og stovnarin, Bogi Karbech Mouritsen, fáa teir síðstu smálutirnar upp á pláss, áðrenn gestirnir koma til stóra hátíðarhaldið hjá felagnum.
Faer Isles Distillery hevur farna árið framleitt akvavitt, ginn og vodka.
Samstundis hevur felagið arbeitt við at seta upp nýggja whisky-framleiðsluútgerð, herundir tveir koparketlar, sum taka ávikavist 5000L og 3600L.
50 milliónir kostar brennivínsverksmiðjan, nú hon stendur liðug.
Framleiðslan verður 600 tunnur um árið í byrjanini, men framleiðsluorkan hjá brennarínum í Vestmanna er størri enn tað.
Lítla brennaríið, ið verður brúkt til at brenna ginn, vodka og akvavitt, sær út sum ein viðfáningar afturímóti nýggja whisky-brennarínum.
Bjarni Lamhauge til høgru er høvuðsbryggjari og triði maðurin í Faer Isles Distillery saman við Dánali Hoydal og Boga Karbech Mouritsen. Teir hava fingið tveir skotar at koma at leggja sær lag á við bryggingini.
Neyðugt er eisini at brúka nøsina, tá whisky skal bryggjast og brennast, og ikki bara tá tað skal drekkast.
Kopar og hitamátarar eru avgerandi í tilgongdini at bryggja og brenna brennivín.
Samstundis so nýggja whisky-verksmiðjan er sett upp, er eisini bygd ein nýggj barr og móttøka í virkisbygninginum, sum skal brúkast til taka ímóti vitjandi og víðka um tilboðið í økinum til ferðafólk og føroyingar sum heild.
Joel Cole hevur snikkað sera snotiligu borðini í barrin til.
“Málið er at framleiða whisky til útflutnings,” greiðir Dánial Hoydal, stjóri, frá.
Virkisbygningurni er býttur upp í ein verksmiðju part og ein móttøku part.
Stjórin í og stigtakarin til Faer Isles Distillery hava verið noyddir at gera tað allar mesta sjálvir, eisini í sambandi við móttøkuna í dag.
Seinastu innstillingarnar, áðrenn whisky-verksmiðjan er klár at seta í gongd.
Bjarni Lamhauge, høvuðsbryggjari, ruddar tað síðsta av vegnum, áðrenn gestirnir koma.
Báðir koparketlarnir hava fingið navn.
Ein goymslubygningur til whiskytunnurnar stendur eisini í gerð oman fyri Kvívík.
Menninir handan Faer Isles Distillery náddu eisini at skifta í føroysk klæðir og vóru klárir at taka ímóti mongu gestunum, ið komu á gátt at hátíðarhalda uppstartin av nýggja whisky-brennarínum.
Stórur áhugi var fyri at síggja nýggja whiksy-brennaríið og hátíðarhalda dagin saman við Faer Isles Distillery.
Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Høgni Hoydal, klipti snórin til nýggja framleiðsluøkið. Hann lovaði at arbeiða fyri, at broyta lógina soleiðis, at Faer Isles Distillery eisini sleppur at selja sín egna løg.
So var opið í barrini, og vestmenningar hava fingið eitt nýtt býarrúm, ið ætlanin er at hava opið til serlig høvi.