- Tíðindi, mentan og ítróttur
Óbroytt viðurskifti í Schengen krevja broyting í útlendingalógini

Um viðurskiftini hjá Føroyum við Schengen framhaldandi skulu vera tey somu, er neyðugt at broyta útlendingalógina soleiðis, at nýggjar skipanir fyri ferðing í Schengen-økinum eisini verða settar í gildi fyri Føroyar.
Tey seinnu árini eru í ES samtyktar ein røð av ES-fyriskipanum, sum hava stóran týdning fyri Schengen-samstarvið og marknaeftirlitið og fyri stríðið móti brotsverkum tvørtur um landamørk í ES.
Føroyar eru ikki limir ella partur í Schengen, men hava eitt “portur” inn í Schengen-økið.
Til tess krevst, at eftirlitið við innferð og útferð í Føroyum er eftir somu reglum sum í Schengen-økinum. Og at atgongd er til felags skrásetingarskipanina.
Lógarbroyting á veg
Schengen-samstarvið er um eitt felags øki uttan innaru landamørk.
Einki persónseftirlit er við felags landamørkini í Schengen-økinum.
Nú hevur landsstýrið skotið upp at broyta útlendingalógina við ríkislógartilmæli, so nýggju ES-reglurnar eisini vera brúktar í Føroyum.
Í Danmark komu hesar reglur í gildi í 2021.