- Tíðindi, mentan og ítróttur
Biden ætlar at stilla uppaftur
Biden ætlar at stilla uppaftur
Næstu vikurnar fer forsetin at skipa fyri innsavningarnátturða fyri ríkar gevarar

Joe Biden fer væntandi at stilla uppaftur til forsetavalið í 2024.
Mynd: Ritzau Scanpix
26.01.2023 - 15:24
Tíðindastovan Reuters skrivar, at amerikanski forsetin, Joe Biden, næstu vikurnar fer at skipa fleiri innsavningarnátturðum fyri ríkar gevarar.
Hetta er partur av ætlanini hjá honum í sambandi við forsetavalið í 2024, sigar keldur við Reuters.
Í næstu viku fer Biden saman við landsfelagnum hjá Demokratunum at skipa fyri innsavningarnátturða í New York og Philadelphia.
Higartil hevur bara Donald Trump boðað frá, at hann stillar upp til forsetavalið í 2024, men sambært Reuters, stillar Biden væntandi eisini upp.
Og tað fer hann helst at boða frá eftir "State of the Union"-røðuna, su hann heldur 7. februar, skrivar Reuters.
Biden er 80 ára gamal og Trump 76.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV