- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vil hava meiri pening til verjuendamál
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/stoltenberg1.jpg?itok=hbBXoq91)
Málið um, at NATO-limalondini skulu brúka í minsta lagi tvey prosent av síni bruttotjóðarúrtøku til verjumál, er ov lítið.
Tað sigur NATO-aðalskrivarin, Jens Stoltenberg, í samrøðu við týska miðilin, Die Welt.
Hann sigur, at málið um tvey prosent var sett í 2014, og skuldi vera galdandi í tíggju ár, til 2024, og at tíðin nú er komin til at dagføra hetta málið.
Nýtt mál
Jens Stoltenberg væntar, at nýtt mál verður sett í juli, tá NATO-londini møtast á toppfundi í Vilnius.
Tað er kríggið í Ukraina, sum nú hevur fingið fleiri NATO-lond at leggja størri dent á verju og trygd.
Eisini í Danmark, har nógv kjak hevur verið um ætlanina hjá stjórnini at strika dýra biðidag sum halgidag fyri at fíggja øktu útreiðslurnar til donsku verjuna.
Frá 1950-árunum til byrjanina av 1990-árunum brúkti Danmark meir enn tvey prosent av sínum BTÚ til verju og trygd, men síðani hevur tað verið minni enn tvey prosent.