Ukraina fær nú Leopard-stríðsvognar

Ukraina fær nú Leopard-stríðsvognar
Týskland fer eisini at loyva øðrum londum at lata sínar týskt-framleiddu stríðsvognar til Ukraina
 
25.01.2023 - 14:01

Týskland fer at veita Ukraina Leopard 2-stríðsvognar, og geva kravda samtykkið um, at onnur lond eisini kunnu lata sínar týskt-framleiddu stríðsvognar til Ukraina.

Tað váttar týska stjórnin í dag sambært Reuters-tíðindastovuni.

NATO-limalond hava í eina tíð lagt trýst á Týskland um at fáa landið at samtykkja at senda stríðsvognarnar til Ukraina, og lata onnur lond við týskt-framleiddum stríðsvognum gera tað sama.

 

Drálað við avgerðini

Sambært Reuters hevur týska stjórnin drálað við avgerðini, tí tey hava stúrt fyri, at stríðið harðnar, og at NATO gerst beinleiðis partur av krígnum við Russland.

Í fyrsta umfari fer Týskland at senda 14 Leopard 2-stríðsvognar til Ukraina. Harumframt fer Týskland at veita lóður og aðra útgerð.

Avgerðin fær týdning, men eingin vissa er fyri, at Ukraina fer vinna kríggið, sigur Peter Viggo Jakobsen, lektari á danska verjuakademinum, við TV2:

 

Peter_Viggo

 

Aftrat Týsklandi, verður væntað, at USA í dag fer at kunngera, at landið eisini fara at veita Ukraina framkomnar stríðsvognar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109