Níggju sjófólk ikki komin afturíaftur

Níggju sjófólk ikki komin afturíaftur
Farmaskip sakk í ódnarveðri í japanskum sjógvi
Skipið sakk við suðurkoreansku oynna Jeju. 13 sjófólk eru bjargað, men níggju eru ikki komin afturíaftur.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
25.01.2023 - 08:47

13 sjófólk eru bjargað, men níggju eru ikki komin afturíaftur, eftir at eitt farmaskip sakk í japanskum sjógvi í gjár.

Tað skrivar Reuters-tíðindastovan.

Skipið Jintian, sum er skrásett í Hong Kong, var statt í ein útsynning úr Japan, tá tað sendi neyðarkall út klokkan eitt korter til 3 (11:15) týsdagin okkara tíð. Tað er klokkan eitt korter til 11 týskvøldið lokala tíð.

Tríggjar tímar seinni var skipið sokkið.

 

Sigldi við timbri

Manningin er úr Kina og Myanmar. Jintian sigldi við timbri, tá tað sakk. 

Veðrið hevur verið ringt á leiðini millum Nagasaki í Japan og suðurkoreansku oynna Jeju, har skipið sakk.

Fleiri hundrað flogrutur avlýstu í gjár fyri veður, og eitt annað skip fór á land við japansku oynna Okinawa týsdagin. Øll manningin var bjargað, skrivar Reuters.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109