- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fyrireika nú uppskot um landsroknskapin
Fyrireika nú uppskot um landsroknskapin
Løgtingsvalið gjørdi, at uppskotið, sum skuldi leggjast fram í seinasta lagi 1. desember, kom ikki í tingið

Jóhannis Joensen er formaður hjá løgtingsgrannskoðarunum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
25.01.2023 - 10:43
Løgtingsgrannskoðararnir skulu fyrsta dagin leggja fyri løgtingið uppskot til samtyktar um landsroknskapin fyri 2021.
Sambært lógini um grannskoðan av landsroknskapinum skulu løgtingsgrannskoðararnir í seinasta lagi 1. desember leggja fyri Løgtingið uppskot til samtyktar um at góðkenna landsroknskapin fyri undanfarna ár saman við viðmerkingum sínum.
Men hetta hendi ikki í fjør, tí løgtingsval var skrivað út.
Uppskotið kom ikki í løgtingið.
Jóhannis Joensen úr Javnaðarflokkinum er nú formaður hjá løgtingsgrannskoðarunum.
Hinir nevndarlimirnir eru Erhard Joensen úr Sambandsflokkinum, Erling Eidesgaard úr Tjóðveldi og Jacob Vestergaard úr Fólkaflokkinum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV