- Tíðindi, mentan og ítróttur
ALS-lógin neyvan endurskoðað nú

Tað er lítið sannlíkt, at lógin um ALS verður endurskoðað í hesi tingsetuni.
Tey eru boðini úr Umhvørvismálaráðnum, sum umsitur arbeiðsmarknaðarmál.
ALS-stýrið sendi í fjør summar landsstýrinum eitt uppskot um at endurskoða ALS-lógina.
Stýrið mælti eisini til at lækka inngjaldið.
Uppskotið ikki evnað til
Enn er ikki komið á mál við at evna uppskotið til í tøttum samstarvi við ALS.
Tá komið er undir land við hesum arbeiði, verður uppskotið viðgjørt politiskt.
Tað er lítið sannlíkt, at komið verður á mál í hesi tingsetuni, verður sagt í Umhvørvismálaráðnum.
Broyta fiskavirkisskipanina
Hálvan desember í fjør sendi ALS-stýrið landsstýrinum tilmæli um at broyta fiskavirkisskipanina, sambært Degi og viku.
Nú kunnu fólk vera í skipanini í átta vikur, bara tey hava arbeitt hálvan tíma í hesar átta vikurnar.
ALS-stýrið mælir til at stytta tíðina niður í fýra vikur, og minsta markið skal vera 16 tímar.