- Tíðindi, mentan og ítróttur
Soleiðis skal nýggja protein- og lýsiverksmiðjan á Tvøroyri síggja út
"Soleiðis sær ein fallos út," skrivaði kendi bloggarin Birgir Kruse á sínum bloggi BirkBlog um nýggju verksmiðjuna hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri.
Nú hevur Varðin Pelagic lagt tekningarnar av protein- og lýsiverksmiðjuni, sum ætlanin er at byggja á bryggjuni á Tvøroyri, út á Facebook-vangan hjá felagnum.
Fyrst av øllum takkar Varðin Pelagic fyri ein góðan og siðiligan borgarafund í Salti.
Vit vita, at Varðin Pelagic ætlar at seta hetta upp á bryggjuni á Tvøroyri:
- Seks siloir, sum hvør er 20 til 30 m. høgar
- Ein skorstein, sum verður 60 m. høgur
- Ein goymslubygning sum verður 40 x 40 m. til víddar
- So skulu 140 m. av nýggjari bryggju byggjast
Soleiðis ímynda Varðin Pelagic og ráðgevarnir sær, at hesar útbyggingar fara at síggja út frá væl umtóktu og hugnaligu Café MorMor, sum liggur í grannalagnum.
Fleiri tvørafólk mótmæla harðliga ætlanini hjá Varðanum Pelagic at byggja eina protein- og lýsiverksmiðju mitt á Tvøroyri.
Millum tey, ið eru harðast ímóti, eru júst eigararnir av Café MorMor.
Soleiðis ímyndar Varðin Pelagic sær, at nýggja verksmiðjan fer at síggja út frá sjúkrahúsinum á Tvøroyri.
Tey, ið mótmæla, halda, at ein tílík verksmiðja hoyrir ikki heima í miðbýnum, men skuldi heldur verið bygd í óbygdum øki.
Nú eru so tekningarnar lagdar fram, og Tvøroyrar kommuna ætlar sær ikki at súlta umsóknina um byggiloyvi.
Umsóknin kemur longu fyri á býráðsfundi nú hósdagin.