Óvissa um Leopard-stríðsvognarnar

Óvissa um Leopard-stríðsvognarnar
Nógv vil lata Ukraina hesar stríðsvognar, men Týskland skal geva loyvi til tess
Leopard-stríðsvognarnir eru nógv umbidnir, men Týskland skal geva loyvi.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
24.01.2023 - 11:01

Tað er óvist, um Týskland fer at loyva, at teir sonevndu Leopard-stríðsvognarnir kunnu latast til Ukraina.

Men eitt talsfólk hjá týska vápnaframleiðaranum, Rheinmetall, sigur fyri týska miðlinum RND, at teir kunnu lata 139 Leopardar.

Tað skrivar Ritzau.

Rheinmetall kann lata 29 Leopard 2A4-stríðsvognar í vár og 22 aftrat við árslok.

Týskland kann lata stríðsvognarnar, men um onnur lond vilja selja ella lata teir víðari, krevst loyvi frá týskarum.

Olaf Scholz, týski kanslarin, hevur higartil verið sera varin við at geva loyvi.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109