- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ávarar ímóti at taka avgerðir í óðum verkum um Barentshavið

- Eg vil ávara okkara fólkavaldu á løgtingi, í landsstýri og á fólkatingi ímóti at handla í óðum verkum, tá ið ræður um, hvat vit skulu gera í Barentshavinum.
Tað sigur Jógvan Skorheim, býráðslimur og fyrrverandi borgarstjóri í Klaksvík, í grein í miðlunum.
Hann vísir á, at tað hevur tikið umleið hálva øld at byggja upp og menna samstarvið um Barentshavið, og hann heldur, at tað skal bara ein óumhugsað politisk avgerð til at bróta hetta niður eftir stuttari tíð.
Avleiðingar fyri lokalsamfelagið
- Vit kunnu ímynda okkum, hvørjar avleiðingar hetta fær fyri lokalsamfelag okkara, um hópin av familjum missa sítt livibreyð, samstundis sum bæði vinna og kommunur í Norðoyggjum verða við skerdan lut, tí hesi fara at missa munandi av sínum fíggjarliga grundarlagi.
- Tað ber ikki til at tosa um eina slíka avtøku uttan í góðari tíð frammanundan at tryggja og leggja tilrættis eitt risa endurgjald og alternativar møguleikar til viðkomandi landaøki, vinnuvirkir og famljur, sigur Jógvan Skorheim.