Spotify koyrir starvsfólk til hús

Spotify koyrir starvsfólk til hús
Leiðslan sigur, at ov nógvar íløgur eru gjørdar í seinastuni
 
23.01.2023 - 15:03

Stroymingartænastan Spotify boðar frá, at hon fer at senda seks prosent av starvsfólkunum til hús.

Í einari almennari fráboðan skrivar stjórin, Daniel Ek, at tónleikatænastan hevur verið í so gramm at gera íløgur og víðka virksemi í seinastuni.

Í september í fjør arbeiddu sambært NRK 9.800 starvsfólk hjá Spotify.

Seinastu tíðina hava fleiri netrisar boðað frá uppsagnum.

Twitter og Meta, sum millum annað eigur Facebook, hava sent nógv fólk til hús. Tað sama hava Alphabet, sum eigur Google, og Microsoft.

  
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109