Ikki nøktandi at kaðalbrek kvettir alt samband við umheimin

Ikki nøktandi at kaðalbrek kvettir alt samband við umheimin
Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, hevur svarað fyrispurningi um støðuna, tá bygdirnar norðan fyri Árnafjaðartunnilin mistu sambandið 30. desember
Arbeiðs- og brunaeftirlitið heldur yvirskipað, at tað er ónøktandi, at brek á einum kaðali kann verða atvoldin til, at ein stórur partur av norðurøkinum missir nærum allar samskiftismøguleikar við restina av landinum og umheimin sum heild.
 
23.01.2023 - 13:30

- Tilbúgvingin hjá løgregluni, sjúkrabilum og sløkkiliðnum hevur, so vítt vit vita, onga alternativa samskiftislinju, tá ið eitt brek hendir sum tað, ið hendi, tá ið bygdirnar norðan fyri Árnafjarðartunnilin mistu sambandið 30. desember 2022.

Tað sigur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, millum annað í svari til Steffan Klein Poulsen, løgtingsmann, sum hevði sett avvarðandi landstýrismanni fleiri spurningar í sambandi við, at bygdirnar norðan fyri Árnafjarðartunnilin, so at siga mistu alt samband við umheimin tann 30. desember 2022.

 

Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, hevur svarað Steffani Klein Poulsen, løgtingsmanni. (Mynd: Bjarni Árting Petersen)

 

Ónøktandi

- Arbeiðs- og brunaeftirlitið er samskipandi myndugleiki fyri tilbúgving. Stovnurin metir yvirskipað, at tað er ónøktandi, at brek á einum kaðali kann vera atvoldin til, at ein stórur partur av norðurøkinum missir nærum allar samskiftismøguleikar við restina av landinum og umheimin sum heild, sigur Bjarni Kárason Petersen. 

Í svarinum sæst, at tilbúgvingarleiðarin í Klaksvíkar kommunu, sum eisini er tilbúgvingarleiðari í norðurøkinum, í næstu viku skipar fyri eftirmetingarfundi, har hendingin 30. desember verður umrødd og viðgjørd av øllum viðkomandi pørtum. 

 

Steffan Klein Poulsen, løgtingsmaður, spurdi um støðuna, sum kom í, tá bygdirnar norðan fyri Árnafjarðartunnilin mistu sambandið við umheimin. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Ábøtur og broytingar

Arbeiðs- og brunaeftirlitið verður við á fundinum, ið m.a. hevur til endamáls at fáa staðfest, um tað er neyðugt, ella í hvønn mun tað er neyðugt, at gera ábøtur og fremja broytingar ella finna alternativar loysnir til verandi samskiftiskervi við atliti at samskifti í einari tilbúgvingarstøðu.

Tá eftirmetingarfundurin hevur verið, fer Arbeiðs- og brunaeftirlitið at hava eina betri fatan av, hvørjar avleiðingarnar vóru, og ikki minst, kundu havt verið, um samanfall hevði verið millum eina veruliga tilbúgvingarstøðu og manglandi samskiftismøguleikarnar, stendur í svarinum frá Bjarna Kárason Petersen til Steffan Klein Poulsen.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andaktin
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859