Estonia: Hvørki samanstoytur ella spreinging

Estonia: Hvørki samanstoytur ella spreinging
Nýggjasta kanningin staðfestir tað sama sum aðrar kanningar, at var bógportrið tryggjað betur, so hevði vanlukkan kanska ikki verið hend
Mynd av vrakinum av Estoniu, sum svenska skaðanevndin tók í fjør.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
23.01.2023 - 14:43

Tað eru hvørki tekin um samanstoyt ella spreinging av nøkrum slag umborð á Estoniu, vísa fyribilsúrslitini frá nýggjari, stórari kanning.

Eftir at ein heimildarfilmur, sum Discovery framleiddi í 2020, kom við nýggjum upplýsingum um ein skaða á stýriborðssíðu, hava estiskir, svenskir og finskir myndugleikar av nýggjum kannað tilburðin. Estonia sakk í 1994, og fleiri kanningar eru síðani gjørdar.

Nýggjasta kanningin staðfestir fyribils tað sama sum aðrar kanningar, nevniliga, at um bógportrið var tryggjað betur, so hevði vanlukkan kanska ikki verið hend.

Eingi tekin eru um samanstoyt ella spreinging, og hesa fyribils niðurstøðu koma myndugleikarnir við, eftir at hava framleitt 3-D modell út frá fleiri enn 45.000 myndum tiknar á botni, har Estonia liggur, skrivar svenska kringvarpið.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109