50 ár síðani eldgosið í Vestmannaoyggjum

50 ár síðani eldgosið í Vestmannaoyggjum
Eldgosið byrjaði 23. januar, men tá ið komið var út í mai, var tað meira friðarligt
Tað goysti í Vestmannaoyggjum í fleiri mánaðir, men 3. juli í 1973 var sagt, at gosið var av.
Mynd: RÚV, íslendska kringvarpið.  
 
23.01.2023 - 08:47

Í dag eru liðin 50 ár  síðani stóra og ógvusliga eldgosið í Vestmannaoyggjum í Íslandi, ið noyddi fólk at rýma heimanífrá á náttartíð.

Fleiri túsund fólk vórðu flutt úr Oyggjunum. Illveður var, og tí lógu flestu bátarnir, ið hoyrdu til Vestmannaoyggjar. Fólkið var flutt av Heimaey við teimum.

Eldgosið byrjaði 23. januar, men tá ið komið var út í mai, var tað meira friðarligt. Síðsta gosið var 26. juni, og 3. juli varð sagt, nú var liðugt at goysa. Tað skrivar íslendska kringvarpið.

Um heystið sama ár lótu skúlar, handlar og fyritøkur upp aftur, og fleiri fólk flutt út aftur í Oyggjarnar. Við endan av árinum búðu umleið 2.500 fólk aftur Vestmannaoyggjum

Í 1972 búðu 5.300 fólk í Vestmannaoyggjum. Nú er fólkatalið 4.400 fólk.

Sí meira her

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109