Kjak í ES um vinnustuðul

Kjak í ES um vinnustuðul
ES-limalondini óttast fyri, at vinnustuðulin í USA fer at fáa evropeiskar fyritøkur at flyta til USA
Morten Bødskov, danski vinnumálaráðharrin
 
21.01.2023 - 16:22

Amerikanska stjórnin fer komandi árini at stuðla vinnum, ið arbeiða við grøna orkuskiftinum, við 2.550 milliardum krónum, millum annað til framleiðslu og menning av grønari orku. 

Kinesiska stjórnin brúkar somuleiðis milliardir upp á grøna ídnaðin, og hetta hevur fingið serliga Frakland og Týskland at seta fram ynski um, at ES skal hava eitt linari regluverk, tá ið tað kemur til vinnustuðul. 

Danski vinnumálaráðharrin, Morten Bødskov, ávarar ímóti hugskotinum, tí tað sambært honum í stóran mun fer at gagna teimum ríku ES-londunum og sostatt skapa ein ójavnum millum limalondini. 

"Vit hava ongan áhuga í hesum, tí tað fer at merkja, at fortreytirnar fyri fríari kapping í ES verða ójavnar og ótryggar", segði Morten Bødskov samrøðu við DR.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109