Happing orsøk til sjálvmorð

Happing orsøk til sjálvmorð
– At so mong sjálvmorð eru í Grønlandi, hevur nakað við happing at gera, sigur óhefti danski skúla- og ungdómsgranskarin, Helle Rabøl Hansen.
Helle Rabøl Hansen, óheftur danskur skúla- og ungdómsgranskari
Mynd: Thomas Lekfeldt – Ritzau/Scanpix  
 
21.01.2023 - 12:51

Saman við starvsfeløgum hevur hon ferðast runt í Grønlandi fyri at kanna happing.

– Nógv happing er í Grønlandi, og ikki minst er nógv happing í skúlanum, sigur hon og heldur, at tað serliga innan skúlagátt eigur at bera til at gera nakað við happingina.

Hon sigur við grønlendska kringvarpið, KNR, at happing ikki er partur av øllum sjálvmorðsmálum, men sera nógvum av teimum.

– Sjálvmorð snýr seg ikki bara um ein vánaligan uppvøkstur ella ólukkuligt forelskilsi, men kann eisini hava nógv at gera við, um fólk kenna seg sum part av felagsskapinum ella ikki, sigur Helle Rabøl Hansen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109