Ferðafólkaskattur verður royndarkoyrdur í Lofoten

Ferðafólkaskattur verður royndarkoyrdur í Lofoten
Lofoten verður ein av fýra býum í Noreg, sum fer at royndakoyra eina skipan við ferðafólkaskatti.
Ferðafólkaskattur verður nú royndarkoyrdur í Noreg, og Lofoten er ein av býnum, har tað hendir
Mynd: Shutterstock.com  
 
20.01.2023 - 08:46

Norski vinnumálaráðharrin, Jan Christian Vestre, báðaði í gjár frá, at nú fara fýra norskir býir at royndarkoyra eina skipan við ferðafólkaskatti. 

Lofoten verður ein av býunum. 

Royndarbýirnir kunnu íverkseta ferðafólkaskattin, ella vitjanarískoyti, sum stjórnin kallar tað, longu komandi summar.

 

Ferðafólkaskattur innførdur næsta ár

Norska stjórnin ætlar at innføra ferðafólkaskattin um alt landið næsta ár.

Tá skulu ferðafólk rinda eitt ískoyti til tænastur innan ferðavinnu, eitt nú gisting, skipaðar útferðir og minnislutir.

Ferðafólkaskatturin, verður gjørdur eftir skipan, sum er í øðrum londum, eitt nú Kroatia, Portugal og Sveis.

 

Ov nógv ferðafólk háárstíð

Sambært vinnumálaráðharranum hava Lofoten og onnur ferðamál í Noreg avbjóðingar í háárstíðini, tí ov nógv ferðafólk vitja har.

Norska TV2 skrivar, at kjakið um ein ferðafólkaskatt hevur koyrt í fleiri ár.

Umboð fyri Destination Lofoten siga somuleiðis, at tey leingi hava bíðað eftir einari slíkari skipan.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109