Nýsælendski forsætisráðharrin gevst

Nýsælendski forsætisráðharrin gevst
Nýsæland skal hava nýggja forsætisráðharri, tí Jacinda Ardern boðaði í nátt frá, at hon gevst
Ein sorgblíð Jacinda Ardern, tá hon í nátt boðaði frá, at hon gevst sum nýsælendskur forsætisráðharri
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
19.01.2023 - 07:12

Fráboðnin hjá Jacindu Ardern kom púra óvæntað, samstundis sum hon kunnaði um, at val verður til nýsælendska tingið í oktober.

Ardern segði, at hon ikki longur hevði orkuna til at vera forsætisráðharri.

- Eg eri menniskja, politikkarar eru menniskju. Vit geva alt, ið vit kunnu, so leingi vit kunna, og so kemur tíðin, tá tað er rætt at takka fyri seg. Fyri meg er tíðin nú komin, segði hon á tíðindafundi í nátt.

 

Forsætisráðharri í hálvt-sætta ár

Ardern hevur verið forsætisráðharri í hálvt-sætta ár, og hevur fingið nógv rós fyri, hvussu hon stýrdi landinum undir korona-farsóttini og eftir yvirgangsálopini í tveimum moskum í høvuðsstaðnum Christchurch.

- Eitt er at stýra landinum í friðartíð, eitt annað er at stýra í krepputíð, segði Ardern, og legði aftrat, at hesar hendingar hava verið ógvuliga krevjandi.

 

Val í oktober

Hóast valið ikki verður fyrr enn í oktober, so gevst Ardern í seinasta lagi 7. februar.

Ardern var, tá hon gjørdist forsætisráðharri, yngsti kvinnuligi forsætisráðharri í heiminum. Hon var 37 ára gomul, tá hon tók við embætinum.

Tann heiður hevur finski forsætisráðharrin Sanna Marin síðani yvirtikið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109