U21-landsliðið í spennandi HM-bólk

U21-landsliðið í spennandi HM-bólk
Føroyska U21-hondbóltslandsliðið skal til Magdeburg at spæla ímóti Spania, Japan og Angola í HM-endaspælinum í summar
Pauli Mittún og hinir á føroyska U21-landsliðnum fingu spennandi HM-lutakast
 
17.01.2023 - 16:08

Spania, Japan og Angola verða mótstøðuliðini hjá føroyska U21-landsliðnum í hondbólti til HM-endaspælið í summar.

Bólkurin hjá Føroyum skal avgreiðast í týska býnum Magdeburg. Tað er greitt eftir lutakastið, sum var fyri lítlari løtu síðan.

 - Vit hava sæð hasa Michael Jordan-seriuna, The Last Dance, og vit siga, at hetta er The Last Dance hjá U21-landsliðnum, so vit gleða okkum øgiliga nógv og ætla at enda við einum braki, segði Elias Ellefsen á Skipagøtu fyri nøkrum døgum síðan, og vónirnar hjá spælarunum eru ikki versnaðar eftir lutakastið. 

 - Vit vita ikki so nógv um Angola, men Japan eru vanliga lítlir og fintusterkir, og slíkum liðum hava vit havt trupulleikar av fyrr. Tað sigur seg sjálvt, at Spania er favorittur, men eg tori væl at siga, at vit eru klárir favorittar at taka 2. plássið, sigur vongurin Hákun West av Teigum um lutakastið.

Tvey tey ovastu liðini úr hvørjum bólki koma víðari til ovara millumumfarið, meðan tvey tey niðaru skulu í niðara bólkin. Eftir tað eru dystir eftir cup-skipan. Kappingin er frá 20. juni til 2. juli.



 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109