Allar greinar hjá Fróðskaparritum kunnu lesast á netinum

Allar greinar hjá Fróðskaparritum kunnu lesast á netinum
Málið er at geva øllum, leikum sum lærdum, lætta og ókeypis atgongd til vísindatilfar um Føroyar, nú vísindaligar greinar og bøkur eru lagdar ókeypis út á netið
 
17.01.2023 - 15:29

Nú ber til hjá fólki at finna og lesa allar greinar á netinum, sum eru givnar út í Fróðskaparritum.

Tað kann gerast við at fara á heimasíðuna ojs.setur.fo

Fróðskaparrit er árligt tíðarrit við vísindaligum tilfari úr og um Føroyar og føroysk viðurskifti. Greinar eru innan øll vísindalig øki, og skrivað verður bæði á føroyskum, enskum og donskum.

Í løtuni er talan um 667 greinar síðani 1952.

Tað skrivar bókaforlagið Fróðskapur í tíðindaskrivi.

 

49 bøkur eisini lagdar frítt út

Føroya Fróðskaparfelag og Fróðskaparsetur Føroya eiga bókaforlagið í felag.

Eisini er yvirlit yvir allar bøkur, sum Fróðskapur hevur givið út síðani 2005. 

Av hesum 68 bókunum eru 49 lagdar frítt út.

Ætlanin er at leggja bøkur, sum eru eldri enn tvey ár ella ikki longur geva forlagnum inntøkur, frítt út.

 

Lætta atgongd til vísindatilfar um Føroyar

Bókaforlagið skrivar, at endamálið við síðuni ojs.setur.fo er at geva øllum, leikum sum lærdum, lætta og ókeypis atgongd til vísindatilfar um Føroyar, í fleiri førum á føroyskum, men eisini á donskum og enskum.

Sambært Fróðskapi er næsta stigið at flyta Føroyskt Lógarrit á somu síðu. Harafurat er ætlanin at fáa talgilt tær 65 bøkurnar, sum Føroya Fróðskaparfelag gav út árini 1968 til 2005.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008

Meira um sama evni